William Kvist ársins spælari

Á einum hátíðarhaldi í Herning í kvøld bleiv kunngjørt, at teir donsku fótbóltsspælararnir høvdu valt William Kvist til ársins spælara 2011. William Kvist var ikki og tók ímóti heiðurinum, tí hann er á venjingarlegu við felagi sínum, týska Stuttgart, í Turkalandi.

 

William Kvist, sum er miðvallarspælari, spældi við danska meistarafelagnum FC København, áðrenn hann varð seldur til Týsklands. Tað hevur gingist honum væl har, eins og hann hevur roynst væl á danska landsliðnum.

 

William Kvist gjørdist Ársins spælari 2011 í kapping við landsliðsfelagarnar Andreas Bjelland, Dennis Rommedahl, Niki Zimling og Christian Eriksen.