William, Kári og Dánjal eru ársins fyrstuhjálparar 2012

William Berg, Kári Strøm og Dánjal Olsen gjørdust ársins fyrstahjálparar 2012.
Á samkomu hjá Reyða Krossi í gjár vóru teir heiðr­að­ir fyri eina hending í au­gust 2012.
Teir tríggir vóru til ar­beið­is, tá teir síggja ein bil fara á sjógv. Maðurin í bilinum sleppur úr bilinum sjálvur, men blívur síðani lívleysur at síggja til. William leypur útí at halda manninum uppi úr sjónum, meðan Kári og Dánjal loysa ein árabát. Teir rógva út til William, og saman fáa teir mannin upp í bátin og síðani upp á land. Komnir í land geva teir manninum fyrstuhjálp til sjúkrabilurin kemur á staðið.
Fyri at hava handlað skjótt og hava hjálpt í eini av­ger­andi løtu hevur Reyði Kross­ur Føroya valt at út­nevna William Berg, Kára Strøm og Dánjal Olsen til ár­sins fyrsta­hjálp­arar 2012.
– Teir hava fingið heið­urs­bræv frá Reyða Krossi og peningagávu frá Trygg­ing­arfelagnum Føroyar fyri av­rik teirra, sigur Reyði Krossur í grundgevingini.