William Heinesen seldur fyri 95.000 krónur

Fyri eini lítlari løtu síðani varð eitt sjáldsamt uppruna handrit til eina skaldsøgu hjá William Henesen, selt á uppboði í Danmark fyri 95.000 krónur.

Talan er um handritið til skaldsøguna »Den yderste tid« frá 1941, sum ongantíð er givin út í bók.

Orsøkin til, at tað ikki er komið út í bók, var, at Otto Gelsted, som var ráðgevari fyri forlagið, Levin & Munksgaards, vrakaði tað, tí hann metti ikki, at tað hevði almenna áhuga.

Síðani hevur skaldskapur hansara av sonnum fingið almennan áhuga og tí er handritið nógv vert.

Sum vit hava fingið upplýst, keypti ein danskur ríkmaður handritið fyri nøkrum árum síðani handritið fyri 110.000 krónur, beint fyri nøsini á Landsbókasavninum, sum ikki hevði meiri enn 100.000 krónur til taks at keypa fyri.

So tá ið boðið fór upp um, mátti Landsbókasavnið leggja kongin.

Ríkmaðurin doyði fyri nøkrum árum síðani, og hansara ótrúliga savn av bókum og handritum síðani selt so við og við.

Í dag var túrurin so komin til »Den yderste tid«.

Spurningurin er so, hvør hevur rættin at útgeva bókina, tí hann fylgir ikki neyðturviliga við handritinum.

Uppboðssølan var hjá Bruun Rasmussen og útboðsprísurin varð settur til 50.000 krónur.

Erhard Jacobsen, landsbókavørður, segði Rás2, at tey eru vitandi um uppboðssøluna, men at pengar ikki eru til at bjóða upp á handritið.

Onkur heldur kortini, at talan er um ein dýrgrip, tí tá ið avtornaði, varð handritið selt fyri 95.000 krónur.

Áðrenn uppboðið byrjaði varð boðið 40.000 krónur, men síðani varð kappbjóða upp á 95.000 krónur