Tíðarrit
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
»Avbjóðing frá útryðjuni« er heitið á grein hjá Bergi Rønne Moberg, bókmentafrøðingi, í nýggjasta Varðanum, har hann viðger skaldskapin hjá William Heinesen frá einum nýggjum sjónarmiði. Í greinini verður víst á, hvussu skaldskapur Williams sigur eina heila føroyingasøgu, sum er søgan um, hvussu Føroyar funnu sær veg inn í modernitetin og tað heimsborgarliga í 20. øld.
Menniskjalig modernisma
Greinin tekur støði í tí sannroynd, at William Heinsen ikki bara skrivaði millum tvær mentanir, men á mangan hátt eisini millum tveir heimar. Greitt verður frá hansara lýsingum av hesum ymiskligu heimum sum eitt høpi av samteksti, ið skapar nýggjar modernismur, og sum skal fatast sum ein uppgerð við 'gomlu' modernismuna.
Í viðgerðini vísir Bergur Rønne Moberg á, at verk Williams undirstrika tann samtekst, sum nýggja fatanin av modernismu tekur til sín. William Heinesen verður lýstur sum ein modernistur við einum menniskjaligum andliti, við tað at hann torir at maka sær á í modernitetinum og ikki bara fylgir við rákinum. Eisini verður víst á, hvussu hann torir at gera seg til eitt barn av grundsøgum - eitt nú hava meira enn ein triðingur av stuttsøgunum hjá William Heinesen eitt barn sum høvuðspersón, og eisini spælir barnið ein stóran leiklut í hansara skaldsøgum.
Gøtudanskt og suðuroyarmál
Millum hinar greinarnar í Varðanum hesuferð eru millum annað tvær eftir málfrøðingin Hjalmar P. Petersen um føroyska málið. Í greinini »Føroyskt-danskt málamót« lýsir málfrøðingurin føroysku tvímælisstøðuna og hyggur nærri at teimum mekanismum, sum virka, tá tann virkni málbrúkarin tosar føroyskt og gøtudanskt. Í greinini »Hvat siga suðuroyingar um suðuroyarmálføri« hevur Hjalmar P. Petersen gjørt eina kanning millum næmingar á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, har tey millum annað meta um framtíðarútlitini hjá suðuroyarmáli.
Varðin 76 telur 243 síður hesuferð við upprunaligum og týddum greinum og yrkingum við heimligum, staðbundnum og alheimsligum bókmentaligum evnum.









