William Heinesen nummar 8 á norðurlendskum topp 10 lista

The Guardian hevur ein topp 10 lista yvir norðurlendskar bøkur, og William Heinesen er nummar 8.

The Guardian hevur ein topp 10 lista yvir norðurlendskar bøkur, og William Heinesen er nummar 8 á listanum.

 

 

Listin hevur samband við norðurlendska mentanarátakið, sum er í London í ár. Har eru Føroyar eisini við. 

 

 

Tað er íslendski høvundurin Sjón, ið hevur sett saman listan í The Guardian. Í grundgeving síni fyri, hví William Heinesen er á 8. plássi, sigur Sjón, at William er at rokna saman við Blixen, Hamsun og Laxness.

 

 

Listin sæst her: https://www.theguardian.com/books/2017/oct/11/top-10-modern-nordic-books