William Heinsen kenna mong sum rithøvund, og vita kanska eisini, at hann fekst við aðra list, eittnú myndlist.
Í dag, fríggjadagin 5. mai, letur framsýningin William Heinesen - Myndlistamaður upp á Listasavni Føroya.
Savnsstjóri Nils Ohrt bjóðar vælkomin. Professari Malan Marnersdóttir heldur setanarrøðuna.
Svaboino spæla nøkur løg hjá Svabo. Svaboino er Angelika Nielsen á bratsch og Ólavur Jakobsen á gittara.
Savnið bjóðar ábit. Savnið er opið mánadag til sunnudag frá kl 11 til 17.









