Ein bólkur við fimm nýútbúnum sjónleikarum frá Odense teater fer í komandi viku at ferðast kring landið við einari William Heinesen sýning.
Leikbólkurin er samansettur av av fimm dønum og einum føroyingi, Annfinni Heinesen. Sýningar-nar í Føroyum eru sprotnar úr einum forteljaraskeiðið, ið tey hava havt á sjónleikaraskúlanum. Á skeiðinum var William Heinesen tema. Hetta temaið høvdu næmingarnir sjálvir valt, tí ætlanin frá byrjan var at fara til Føroya. Tað tóktist upplagt at velja William Heinesen at framføra fyri føroyingum, tí hann er ein av best umtóktu rithøvundum føroyinga, og hann skrivaði á donskum.
Sýningin er ein sonevnd collaga, sum er samansett av einari stuttsøgu og ymiskum yrkingum og øðrum brotum frá rúgvusmikla skaldskapi Williams.
Sýningar verða í Havn, Klaksvík, Mykinesi og í Oyndarfirði.
Sjálv frásøgnin er kjarnin í sýningunum. Leikararnir sita allir á hvør sínum stóli á pallinum og siga frá yrkingum og søgu. Alt verður framført á donskum, og fólk kunnu vænta sær eitt spennandi kvøld.
Atongumerkjakostnaðurin er eitt sindur ymiskur frá stað til stað, men leikararnir vilja fegnir síggja so nógv fólk sum gjørligt, og tískil verður kostnaðurin ógvuliga lítil fyri at hoyra og síggja forteljingarnar.
Sýningarnar eru ætlaðar øllum við áhuga fyri Williami Heinesen og góðum frásagnum
Sýningarnar verða hesar:
22.juli í Atlantis í Klaksvík kl. 19.30
23.juli í Gamla Meiarínum í Havn kl. 19.30
24.juli í skúlanum í Mykinesi kl. 19.30
25.juli undir handlinum í Oyndarfirði kl 21.00.