William Heinesen hevði í dag verið 108 ár. Hann var føddur í Havn 15. januar 1900, og doyði 12. marts 1991. Hann var ein av kendastu føroysku listamonnunum, hann fekst bæði við at skriva, mála, klippa og komponera. Hann skrivaði á donskum, hóst hann livdi nærum alt lívið í Føroyum. Bert nøkur fá ár var hann í Danmark saman við vinmanninum Jørgen Frantz Jacobsen. Men av tí, at mamman var donsk, var William Heinesen uppvaksin við donskum. Hansara størsti íblástur kom frá einum virknum og livandi handilshúsi, tí tey vóru virkin handilsfólk í Havn. Hann var sostatt bæði ávirkaður av borgarliga lívinum, og –ígjøgnum mammuna- eisini av listarliga umhvørvinum. Mótsetningurin ímillum hesi bæði er ein reyður tráður í hansara bókmentum. William Heinesen gav út 7 yrkingasøvn, 7 stuttsøgusøvn og 7 skaldsøgur. Kendasta bókin er helst ”De fortabte spillemænd, sum á føroyskum eitur Glataðu spælimenninir. William Heinesen er týddur til 19 mál.










