Willem Barents sum standmynd í Vardø

Maðurin, sum Barentshavið er uppkallað eftir og sum sjálvur fann Spitsbergen og Bjarnoynna og gav hesum oyggjum navn, stendur nú sum bringumynd í Vardø í Noregi Ein bringumynd av niðurlendska sjófararanum Willem Barents er reist í Vardø í Noregi.

Á myndini síggja vit norska fiskimálaráðharran, Helgu Pedersen og listamannin, Odin Øyestad. Tað vóru tey bæði, ið avdúkaðu bringumyndina av manninum, sum í 1500-talinum royndi at finna landnyrðingsfarleiðina til Asiu.

Við løtuna í Vardø vóru fleiri hundrað fólk savnað, eitt nú almenn umboð fyri Rusland og Niðurlond.

Willem Barents varð føddur miðskeiðis í 1500-talinum og doyði við Novaja Semlja stívliga fimmti ára gamal.

Meðan hann leitaði eftir farleiðini til Asiu, fann hann Bjarnoynna og Spitsbergen, sum hann gav hesi nøvnini.

Willem Barents royndi tríggjar ferðir at sigla farleiðina eystureftir fyri at koma til Asiu, men hetta eydnaðist honum ikki.

Á síni triðju ferð frysti skipið hjá honum fast í ísin við Novaja Semlja. Willem Barents slapp ikki leysur aftur úr ísinum og doyði sambært keldum 30. juni í 1597.

Seinni varð Barentshavnið uppkallað eftir Willem Barents, sum nú stendur í Vardø í Noregi.

Vit kunnu skoyta uppí, at niðurlendski sjófararin hevur livað og virkað um nøkulunda somu tíð sum Magnus Heinason.