Will Smith

Fløguummæli: Willenium

?It?s The second coming of Christ/It?s the first coming of ME?. Will Smith elskar at syngja um seg sjálvan, hvussu fantastiskur hann er, og at hann skjótt kann spæla sítt egna talv við øllum Grammy vinningum hjá sær. Og soleiðis er við Willennium ? fyri tað mesta flatur humor framborðin av intelligentum manni, ið veit betri enn hann letst.

Tá tað er sagt, so er tað satt, at Will groovar, at hann rappar serstakliga væl og er rytmiskur. Tónleikurin er funky og sexy.

Will stjelur løg. Hvørt einasta lag á Willennium er bygt á størri ella minni hit-løg hjá øðrum artistum, so sum The Clash, Michael Jackson og Steve Wonder (ið hevur skrivað lagið I Wish, sum Will Smith hevur samplað og gjørt nýggja hit-lagið Wild Wild West burturúr).

Will megnar eisini at hava moralska peikifingurin á lofti mótvegis øðrum ? meira harðligum ? rapparum. ?Can you write a verse without a curse? spyr Will og nú bíðar tú bara eftir at Will fer at kalla seg sjálvan Will Christ og komandi føðingardagsbarnið Jesus Smith og so kunnu øll aftur flenna og kanska atkvøða hann til ein Grammy aftrat.

Willennium er forkelaður svimmingpool humor, sum ein veðurbardur føroyingur ikki ordiliga hevur fingið í blóðið enn.

Eftir stendur, at Willennium er ein groovy fløga. Frálíkur partytónleikur, um tú framvegis vilt upp á gólv og ikki orkar at taka Sjúrðakvæðið ein ferð aftrat.