Wilhelm Petersen, sum í 12 ár var stjóri - og ein av stigtakarunum - í føroyska oljufelagnum Atlantic
Petroleum, byrjaði fyrst í hesum árinum í nýggjum starvi hjá norska oljufelagnum SAGEX.
Hann er settur stjóri fyri strategiskari og vinnuligari menning hjá felagnum, sum er virkið bæði í føroyskum øki og úti í heimi. Wilhelm Petersen sigur við Sosialin, at hetta er ein stór og spennandi avbjóðing fyri seg og er meinlík tí arbeiði hann hevði í Atlantic Petroleum.
– Uppgávan eg havi fingið hjá Sagex er at menna strategiina hjá felagnum og finna nýggjar verkætlanir og vinnumøguleikar.
Hóast fyrrverandi Atlantic Petroleum stjórin nú skal starvast á høvuðssætinum hjá Sagex í Oslo, so sleppur hann kortini ikki heilt føroysku oljuleitingini. Sagex er nevniliga fyristøðufelag í trimum loyvum á føroyska landgrunninum.
Spennandi
Wilhelm Petersen heldur tað vera sera spennandi at vera við í menningini av einum oljufelag, ið er fyristøðufelag í fleiri loyvum og fer undir framleiðslu í næstum.
Tað er ikki nakað nýtt fyri Wilhelm Petersen at hava bæði Føroyar og onnur lond sum sítt arbeiðsøki: - Tey árini eg starvaðist hjá Atlantic Petroleum fór størsti partur av arbeiðinum fram í Bretlandi og Írlandi, har vit funnu nýggjar møguleikar, sum í dag bera frukt, og har felagið forvinnur munandi upphæddir. Tað verður so eisini hetta, sum verður raðfest hjá Sagex: at finna møguleikar, sum kunnu geva ein positivan peningastreym uppá stutt sikt.
Skjóta inntøku
– Sagex er fyristøðufelag í trimum loyvum í Føroyum, hvat kunnu vit vænta okkum av hesum?
– Tá tosa vit sjálvandi um leiting, sum er ein langtíðaríløga, tó at hon er týdningarmikil. Men tað, sum er ótrúliga týdningarmikið fyri smærri oljufeløg sum Sagex, er at finna møguleikar, sum kunnu geva feløgunum eina inntøku skjótast møguligt. Hetta hongur eisini saman við, at kapitalmarknaðurin vorðin trekur í sambandi við fíggjarkreppuna.
– Sær tú slíkar skjótar møguleikar at fáa inntøkur til Sagex?
– Tað eru alla tíðina møguleikar á hesum marknaðinum. Tey stóru feløgini uppkeypa oftani smærri feløg, og tá er vanligt, at tey selja út av teimum smærri eigarapørtunum, og tað eru upplagdir møguleikar at savna slíkar upp
og fáa teir í framleiðslu. Hetta var leisturin Atlantic Petroleum koyrdi eftir.
– Tað hevur ljóðað, at Sagex er í fíggjarligum trupulleikum. Hvussu sær tú framtíðina hjá felagnum?
– Tey flestu av teimum smærri oljufeløgunum hava havt eina avbjóðing síðstu árini, harundir eisini Sagex. Fyritøkan hevur fingið hesi viðurskifti uppá pláss. Hesum verður eisini greitt frá á heimasíðuni hjá felagnum www.sagex.no
Terje Hagevang
– Tín arbeiðsgevari er Terje Hagevang, sum er ein gamal kenningur í føroysku oljuleitingini!
– Terje var ein av teimum fyrstu, sum fór at hyggja eftir tí føroyska økinum og hevði hann eisini drúgvar royndir frammanundan eitt nú hjá Saga Petroleum. Føroyingar kenna væl Terja Hagavang, sum framvegis hevur stóran áhuga fyri tí føroyska økinum. Hann hevur verið ein av drívkreftunum fyri at seta Føroyar á landakortið.
– Hvørjar verða so tínar fyrstu uppgávur hjá Sagex?
– Hesa seinstu tíðina havi at kannað, hvørjir møguleikar eru á marknaðinum, nakað, sum minnir ikki sørt um tað vit gjørdu í Atlantic, nevniliga at finna nøkur felt, sum kunnu koma í framleiðslu innan rímuliga stutta tíð. Og tað eru fleiri møguleikar á marknaðinum í løtuni.
– Hvør er styrkin hjá felag sum Sagex?
– Styrkin hjá Sagex er í teimum fólkunum, sum eru har, er tann, at tey hava loyvi bæði í Føroyum, Bretlandi og Noregi og eru góðkendir í Noregi sum eitt fyristøðufelag – og hava so eitt felt, sum helst fer í framleiðslu um eitt ár.
Samanber man Atlantic Petroleum og Sagex, so minna tey nógv um hvørt annað, men har Atlantic er nøkur ár frammanfyri Sagex.
ExxonMobil
– Hvønn týdning metir tú tað fær fyri loyvini hjá Sagex í Føroyum, um Statoil, ExxonMobile og Atlantic Petroleum gera eitt fund á landgrunninum í summar?
– Tað hevur stóran týdning fyri alt Føroyaøkið, at eitt so stórt oljufelag kemur uppí leitingina aftrat og kann koma við síni ekspertisu. Verður eitt fund gjørt, so fær hetta stóran týdning fyri øll føroysku loyvini og so sanniliga eisini tey hjá Sagex.
– Nú hevur tú verið í oljubransjuni í mong ár. Hvat er tað, sum fær Wilhelm Petersen til at halda fram í hesi vinnu?
– Hetta er ein sera spennandi vinnuvegur. Her hendir nógv og talan er um eina altjóða vinnu. Tú hevur her tilknýti til kapitalmarknaðin, sum eisini er ein týðandi brikkur til at fáa tingini at ganga upp í eina hægri eind, har man kombinerar tað tekniska við tað økonomiska.
Sagex hevur skrivstovur í Oslo og Stavanger, so Wilhelm Petersen kemur at flyta millum hesar báðar umframt at arbeiða úr Føroyum.
Atlantic Petroleum
– Hvat heldur tú um gongdina í tínum gamla felag Atlantic Petroleum?
– Tey aktivini, sum felagið fekk útvegað sær í síni tíð, eru komin væl fyri seg, okkurt hevur verið betri enn annað. Tað, sum nógv fokus varð sett á og nógvir pengar brúktir til, er komið væl fyri seg. Avbjóðingin hjá felagnum er at kunna seta nakað ístaðin fyri tað, sum varð gjørt fyri nøkrum árum síðani, og tað rokni eg eisini við verður gjørt. Tað er í hvussu er ein pallur, sum felagið kann byggja víðari uppá.
– Oftani keypa størri oljufeløg upp smærri feløg, sum hava eina framleiðslou. Sær tú ein møguleika fyri, at størri oljufeløg kunna keypa eitt felag sum Atlantic Petroleum?
– Tað er ringt hjá mær at meta um, men tað eru alla tíðina størri og minni uppkeyp av feløgum, tí hvørja ferð tey størri feløgini framleiða eina tunnu av olju, so skulu tey finna eina tunnu at seta ístaðin. Atlantic er eitt felag, sum er á radarskerminum, tí tað hevur eina rímuliga sjónliga framleiðslu.









