Wilhelm nýggjur skúlastjóri

Hann tekur við starvinum 1. desember

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett Wilhelm Eyðinsson Petersen í starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum.

 

Wilhelm Petersen er 51 ára gamal og útbúgvin civilverkfrøðingur frá DTU. Hann 


hevur tikið Ph.D á sama universiteti og hevur harumframt lisið búskap á CBS.

 

Wilhelm Petersen hevur drúgvar leiðsluroyndir frá fíggjarstovnum og innan oljuvirksemi. Eisini hevur hann mannað nevndarsessir í fleiri størri vinnufyritøkum.

 

Hann hevur eisini undirvísingaroyndir frá DTU og Fróðskaparsetrinum.

 

Seinasta hálvtannað árið hevur Wilhelm Petersen verið lærari á Vinnuháskúlanum.

 

Wilhelm Petersen byrjar í stjórastarvinum tann 1. desember 2013.