Wilders strýkur avstað

Í Niðurlondum hevur Frælsisflokkurin hjá tí umstrídda Geert Wilders fingið rættiligan undanvind, nú tað fer at styttast til tjóðartingsvalið, sum verður tann 9. juni. Ein nýggj meiningakanning vísir, at Frælsisflokkurin verður helst tann størsti í tinginum.

Kanningin gevur Frælsisflokkinum 27 tinglimir, meðan Kristiligu Demokratarnir og Arbeiðaraflokkurin fáa 24 í part. 150 limir eru í niðurlendska tjóðartinginum.

Politiskir eygleiðarar í Niðurlondum siga, at verður valúrslitið tað, sum kanningin vísir, skulu minst fýra og kanska fimm flokkar til at skipa næstu stjórn.