Wilders fær kanska ráðharrasess

Frælsisflokkurin í Niðurlondum hevði ikki minni enn 161 prosent framgongd á tjóðartingsvalinum í gjár, og flokkurin økti sítt tingmannatal úr 9 upp í 24. Tá 88 prosent av atkvøðunum vóru taldar í morgun, hevði tann liberali VVD-flokkurin fingið 31 tinglimir, og Sosialdemoklratarnir høvdu fingið 30.

Kristiligu demokratarnir hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Jan Peter Balkemende fingu ein dyggan frammaná í gjár. Flokkurin misti 20 av sínum 41 tinglimum, og tað fekk Balkemende at siga formanssessin frá sær, samstundis sum hann eisini segði tingsessin frá sær.

Politiskir eygleiðarar siga, at tað er ikki óhugsandi, at Geert Wilders fær ein ráðharrasess í einari borgarligari samgongustjórn. Eygleiðararnir eru á einum máli um, at Wilders fer ikki í samgongu, uttan at hann og Frælsisflokkurin fáa munandi ávirkan á politikkin hjá stjórnini.