Wilbek væntar ein tættan dyst

 

Støðan í Bólki B:

 

Nr Land Dystir Stig

 

1. Ìsland 3 4

2. Týskland 3 4

3. Korea 3 4

4. Danmark 3 3

-------------------

5. Russland 3 2

6. Egyptal. 3 1

 

Talan er næstan altíð um javnar og spennandi dystir, tá Danmark og Ísland møtast í hondbólti. Í januar vann Danmark 37-36 á Ìslandi. Í HM í fjør spældu liðini ein minniligan dyst, sum Danmark vann 42-41, áðrenn HM leiktu liðini javnleik 28-28. Og danski venjarin, Ulrik Wilbek væntar aftur ein tættan dyst: ?Um vit taka teir seinastu 7 dystirnar hjá okkum, so hava vit antin spælt javnt, ella tapt ella vunnið við einum máli. Og eg vænti, at tað aftur verður talan um eina tætta uppgerð í morgin.? Dysturin millum Danmark og Ísland byrjar kl. 13.45 føroyska tíð.