Wilbek umhugsar annað starv

Lønartrætan millum danska hondbóltssambandið og leikararnar á kvinnulandsliðnum kann eisini fáa avleiðingar fyri manslandsliðið. Í einari sjónvarpssamrøðu í dag segði venjarin hjá manslandsliðnum, Ulrik Wilbek, at hann er vorðin so troyttur av ósemjuni millum hondbóltssambandið og leikararnar, at hann umhugsar sína framtíð sum landsliðsvenjari.

 

-Eg má viðganga, at eg sat og las starvslýsingar í gjár. Har var eitt starv, sum eg helt vera sera spennandi, og eg helt, at tað átti at søkt tað nú, segði Ulrik Wilbek við TV2.

 

Ulrik Wilbek vísir á, at fyri 14 døgum síðani fekk venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Jan Pytlick, at vita, at hann kanska mátti fara úr starvinum, tí hondbóltssambandið møguliga fór at taka kvinnulandsliðið av skránni.

 

-Heldur hetta fram, má eg eisini taka støðu til, um nøkur framtíð er í hondbóltinum, sigur Ulrik Wilbek.

 

Stjórin í hondbóltssambandinum, Morten Stig Christensen, vil ikki gera viðmerkingar til orðini hjá Wilbek.