EM-hondbóltur
Danmark fekk veruliga oyruni í íslendsku maskinuna leygarkvøldið. Danska dagblaðið, BT, fór so langt sum at skriva, at »danskarar vóru rundbarberaðir av íslendingum«, og at íslendingar veruliga »góvu dønum eina hondbóltsfrálæru«.
Men hóast tann greiða ósigurin, so trýr danski venjarin, Ulrik Wilbek, framvegis uppá, at Danmark kann røkka hálvfinaluni. Ein hálvfinala, sum veruliga hevði verið í eygsjón, um Danmark hevði vunnið á Íslandi.
Góð dystarskrá
– Tað sær bara gott út í millumspælinum. Vit hava Russland og Noreg í teimum báðum fyrstu dystunum. Eg spurdi spælararnar í skiftirúminum, um nakar teirra trúði uppá, at vit ikki kunnu vinna á Russlandi og Noregi. Har var eingin, og tað eru altso tvey lið, vit eiga at kunna vinna á, staðfestir Ulrik Wilbek.
– Vit hava Kroatia í síðsta dystinum, og tað er veruliga heppið. Tá hava kroatarnir vónandi spælt seg í hálvfinaluna, og tá er ikki víst, at motivasjónin hjá teimum er so stór. Vit hava verið í hesi støðuni fyrr og hava vunnið okkum í hálvfinaluna alíkavæl. Tað kunnu vit gera aftur.