Fjórðingsfinalan millum Danmark og Kroatia verður ein endurtøka av EM-finaluna í Noregi fyrr í ár. Tá vann Danmark stórsigur á kroatum, og vilja hondbóltsúrmælingarnir av Balkan uttan iva hava hevnd fyri tað tapið. Danir vunnu eisini á Kroatia í bólkaspælinum tá. Danski venjarin, Ulrik Wilbek heldur kortini, at danir hava takið á kroatum: ?Eg haldi vit hava eitt mentalt yvirtak ímóti teimum. Vit eru ikki serliga glaðir fyri at møta teimum, tí teir verja eitt OL-heitið frá seinasta OL, og eru teir millum favorittarnir til at vinna gull her í Beijing. Men eg haldi, at kroatarnir hava tað verri við at møta okkum. Tað ringasta, sum kann henda fyri Kroatia, er um vit renna frá teimum í byrjanini av dystinum. Tað verður torført hjá teimum at yvirvinna, tá vit hugsa um, at vit vunnu tvær ferðir á teimum í EM-endaspælinum.? sigur Ulrik Wilbek við danskar fjølmiðlar.