Fyri knøppum tveimum vikum síðani var venjarin hjá danska manslandsliðnum í hondbólti, Ulrik Wilbek, í føroyum, har hann helt ein fyrilestur á Føroya Tele um motivatión. Í gjár bleiv kona hansara, Susanne Munk Wilbek, søgd úr starvi sum hjálparvenjari hjá Viborg. Orsøkin var ósemja millum hana og høvuðsvenjaran, Thomas Ryte, um ítróttarliga politikkin í felagnum. Eftir keypi av stjørnuleikaranum, Bojana Popovic, boðaðu fleiri av ungu donsku leikarunum í Viborg frá, at tær helst fara at finna sær annað felag.










