Og Wilbek fekk rætt í sínum spádómi. Danmark vann dystin, men um tað var orsaka av møði hjá spaniólunum skal vera ósagt. Wilbek var eisini ein glaður maður eftir danska sigurin. – Eg havi alla tíðina sagt, at vit fóru a vinna henda dystin. Hetta er ein lang kapping, og tað krevur, at man hevur nógvar leikarar. Tað hava vit, men tað hevur Spania ikki. Nú liggur ein lykladystur ímóti Russlandi fyri framman. Vina vit hann, so eru vit víðari.