Wilbeck verður verðandi

Ulrik Wilbeck heldur fram sum danskur landsliðsvenjari í hondbólti.

Hetta boðar danska hondbóltssambandið DHF frá í dag. Wilbeck hevur annars sátt iva um framtíð sína sum landsliðsvenjari, orsaka av stríðnum millum hondbóltssambandið og spælararnar, men í morgun boðaði hann so frá, at hann ongan veg fer. – Eg ynski at halda á fram sum landsliðsvenjari, líkamikið hvat úrslitið av samráðingunum millum leikararnar og DHF verður, sigur Ulrik Wilbeck við heimasíðuna hjá DHF.