Wikileaks vil hjálpa Snowden

Wikileaks lovar nú at hjálpa 29 ára gamla amerikanaranum, Edward Snowden (myndin), so hann kann koma til Íslands. Tað veit svenska ríkisútvarpið at siga.

Snowden lak út upplýsingar um stóru og umfatandi sneytingina hjá USA av bæði telefonsamrøðum og stórum telduservarum.

Sjálvur hevur Snowden sagt, at hann kundi hugsað sær at fingið politiskt friðskjól í Íslandi, nú tað stendur honum greitt, at tað neyvan kann koma upp á tal, at hann kann fara heimaftur til USA.

– Tær upplýsingar, hann hevur latið likið út til almenningin, hava sera stóran týdning, sigur Kristinn Hrafnsson frá Wikileaks, sum væntar, at Edward Snowden saktans kann fáa friðskjól í Íslandi.