WikiLeaks: Facebook arbeiðir fyri CIA

Facebook er heimsins óndasta tól innan njósning, heldur maðurin handan WikiLeaks, Julian Assange. Hetta skrivar Ekstra Blaðið í dag.

 

-Tað er heimsins størsta kunningar kelda, sum hevur upplýsingar um kærleikslívið, seksuella sannføring, nøvn, bústaðir, hvør tosar við hvønn, hvør er familju við hvønn og hvar tey búgva. Alt hetta hevur CIA og Amerika atgongd til, heldur Assanger.

 

Assanger heldur eisini, at fyritøkur sum Google og Yahoo og aðrar amerikanskar fyritøkur innan tøkni luttaka í eftirlitinum av útlendskum og amerikanskum borgarum.

 

-Eigur CIA so Facebook? Nei, men CIA kann leggja trýst á Facebook, og soleiðis fáa allar upplýsingar, sum teimum lystir, heldur Assanger.

 

Síggj samrøðuna við russisku

sjónvarpsstøðina Russian Today her:

 

www.youtube.com/watch