Enska felagið Wigan leigaði fyrr í ár Kristofer Hæstad úr felagnum Start. Hæstad er fyrrverandi liðfelagið hjá Toda Jónsson og hevur staðið seg væl í norsku kappingini seinnu árini. Wigan leigaði Hæstad í eitt hálvt ár, men felagið hevur nú gjørt av, at hendan avtalan skal ikki leingjast. Hæstad hevur spælt 97 minuttir fyri Wigan, nú hann verður sendur heimaftur til Noregs.










