Wiehe gavst at spæla

Svenski tónleikarin Mikael Wiehe noyddist at gevast við eini framførslu, sum hann hevði í Linkøping fyrr í vikuni.

61 ára gamli tónleikarin fekk eitt herindi av panikkangist longu eftir tríggjar sangir og fór av pallinum. Wiehe kendi seg illa áðrenn konsertina, men eftir at ein lækni var tilkallaður, valdi Wiehe at fara á pallin. Blaðið Östgöta Correspondenten skrivar, at Wiehe ikki hevur havt tað so gott í eina tíð.