Heimsheilsustovnurin WHO ávaraði í gjár um at lýsa omikron-frábrigdið sum "milt", hóast fleiri kanningar benda á, at omikron ikki so ofta førir til álvarsliga sjúku sum eitt nú delta-frábrigdið, serliga millum koppsett.
WHO vísir á, at omikron tekur lívið av fólki kring allan heim.
- Júst, sum onnur koronu-frábrigdi førir omikron eisini til innleggingar og tekur lívið av fólki. Smittutilburðirnir eru so nógvir, at teir kollvelta heilsuskipanir kring heimin, sigur WHO-leiðarin, Tedros Adhanom Ghebreyesus.
Hann leggur aftrat, at hóast omikron tykist meira milt í mun ti delta, eigur omikron ikki at lýsast sum milt.
Tedros Adhanom Ghebreyesus segði í sínari nýggjársfráboðan, at hann er optimistiskur og vónar, at heimurin fer at megna at basa farsóttini í 2022, men treytin er, at ríku londini lata koppingarevni til allan heimin.
WHO-leiðarin endurtók, at øll heimsins lond innan juli í ár eiga at hava koppsett 70 prosent av sínum íbúgvum.