Tá ið nógv lond mangla vaksinu fyri covid-19, eiga ríku londini ikki at umbiða vaksinu til triðja prik.
Tað sigur Heimsheilsustovnurin WHO, nú alt meira verður tosað um, at eitt triðja prik við koppingarevni fyri covid-19 kann gera góðan mun – serliga ímóti sonevnda Delta frábrigdinum.
Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í WHO, sigur, at talið á deyðsføllum hækkar aftur kring heimin, og í summum londum mangla londini koppsetingarevni til at verja heilsustarvsfólk.
– Tað er stórur ójavni í koppsetingini kring heimin. Summi lond og øki umbiða millióninir av skamtum til at boosta koppsetingina, áðrenn onnur lond yvirhøvur eru komin til at koppseta heilsustarvsfólk og fólk í vandabólkum, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus sambært Ritzau.
WHO aðalskrivarin mælir heldur framkomnu londunum til at lata meira koppinarevni til Covax-hjálparskipanina, sum sendir koppingarevni til fátøku londini.