Serfrøðingar og leiðandi fólk á heilsuøkinum halda í hesum døgum ráðstevnu um A-influensuna -Boðskapurin frá serfrøðini er, at tað ber ikki til at steðga A-influensuni.
Tað segði stjórin í WHO, Margaret Chan, sum kom við boðskapinum á ráðstevnuni, sum er í meksikanska býnum Cancon. Hon segði, at sjúkan er lutfalsliga veik, men at hon breiðir seg støðugt skjótari. Tað seinna elvir til stúran, tí tað kann hava við sær, at nógv liggja sjúk við hús, og tað fer at ávirka fíggjarstøðuna hjá arbeiðsplássunum.
Á ráðstevnuni í Meksiko hevur bretski heilsumálaráðharrin sagt, at heilsumyndugleikarnir har vænta umleið 100.000 nýggjar tilburðir av A-influensu um dagin seinni í summar.