WHO ávarar: Flóðalda av koronusmittu

Aðalskrivarin í WHO roknar við, at sjúkrahús fara at koma undir enn størri trýst

Seinastu vikuna eru fleiri enn 935.000 tilburðir av koronusmittu staðfestir kring heimin í miðal um dagin. Hetta er hægsta tal, sum hevur verið undir koronufarsóttini.

 

Heimsheilsustovnurin WHO ávarar nú um gongdina. WHO væntar, at sjúkrahús fara at koma undir enn størri trýst.

 

– Eg stúri fyri, at tað meira smittandi omikron frábrigdið, sum er í umferð saman við delta frábrigdinum, hevur við sær eina flóðaldu av smittutilburðum, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í WHO, sambært AFP.

 

– Hetta leggur stórt trýst á útlúgvað heilsustarvsfólk og á heilsuverk, sum eru á markinum til kollaps, sigur hann.

 

Ghebreyesus vísir á, at umframt mongu sjúklingarnar eru smittað heilsustarvsfólk eisini ein stór avbjóðing fyri heilsuverkið.

 

Hóast talið á smittutilburðum setur met, er talið á fólki, sum doyggja við koronu, minkandi. Sambært WHO er koppsetingin ein týðandi orsøk til tað.