Whitney vildi giftast við Jackson

Einaferð var Whitney Houston so forelskað í Michael Jackson, at hon vildi giftast við honum. Tað sigur felags vinurin hjá teimum báðum, David Gest.

 

Flestu fjepparar hjá Michael Jackson ella Whitney Houston vita, at báðar heimsstjørnurnar vóru nógv saman, og hava enntá framført saman.

 

Tónleikaframleiðarin David Gest var í fýra mánaðir giftur við Liza Minelli, og hann kendi bæði Whitney og Michael væl.

 

Hann sigur nú við fleiri miðlar, at Whitney var so forelskað í Michael Jackson, at hon vildi giftast við honum, men hon var ov smæðin til at taka fyrsta stigið.

 

Tey bæði vóru nakað saman í 80’unum, tá ið Whitney júst hevði givið út sína fyrstu fløgu við heitinum Whitney.

 

David Gest lærdi Jackson familjuna at kenna í 60’unum. Hann hevur eitt nú leikstjórnað dokumentarfilmin um Michael Jackson.

 

- Whitney elskaði veruliga Michael, og hann elskaði hana. Michael hevur greitt mær frá, at tey einaferð vóru saman, og Whitney hevur sagt mær, at hon var ógvuliga forelskað í honum, sigur hann.

 

Hann heldur, at hon veruliga vildi giftast við Michael, men var ov smæðin til at taka fyrsta stigið.

 

Michael Jackson doyði í 2009, einans 50 ára gamal. Og Whitney Houston doyði 11. Februar í ár, einans 48 ára gomul.

 

Kelda: bt.dk