Whitney vil skiljast

Whitney Houston hevur søkt um hjúnarskilna frá manni sínum Bobby Brown, ið hon hevur verið gift við seinastu 14 árini.

 
 
 Hetta váttar umboðskvinnan hjá Whitney Houston fyri AP tíðindastovuni, enn er einki komið fram um, hví Whitney vil skiljast frá Bobby, ið hon eigur eina 13 ára gamla dóttur við. Men sambært afturvendandi leysasøgum, er rúsevnismisnýtslan í Brown/Houston húsarhaldinum øgiliga stór, og fleiri ferðir hevur ljóða, at Whitney var farin heilt í hundarnar.