Whitney verður jarðað leygardagin

Whitney Houston, ið andaðist í vikuskiftinum, verður jarðað leygardagin í einari kirkju, har hon longu sum barn, vísti sínar góðu tónleikaeginleikar.

Einans verða tað tey innbodnu, ið sleppa við til jarðarferðina. Jarðaferðin verður í New Hope Baptist Church í heimbýinum hjá Whitney Houston, Newark, sum er í New Jersey.

- Familjan takkar øllum fjepparum, vinur og miðlunum, men tey ynskja, at hetta skal vera teirra privata løta, sigur ein talsmaður.

Whitney Houston varð funnin deyð í einum baðikari á hotellinum, Beverly Hilton Hotel í Los Angeles. Týsdagin bleiv líkið flogið heim til New Jersey.

Whitney Houston byrjaði sjálv at syngja í New Hope Baptist Church. Tað var mamma hennara, Cissy Houston, ið stóð á odda fyri tónleikaundirvísingini í kirkjuni í fleiri ár.

Mong hava vitjað kirkjuna, aftaná, at Houston doyði í vikuskiftinum. Nógvir syrgjandi fjepparar hava lagt blómur við kirkjuna, fyri at heiðra og minnast hana.

 

(Eftir Nela Heldarskarð)