Whitney Houston ovarlaga á hittlistunum

Whitney Houston streyk beinleiðis inn á fyrsta plássið á amerikanska hittlistanum, tá hon í farnu viku gav út stakfløguna ?I look to you?. Sangurin, sum er ein ballada, er tikin av hennara comeback fløgu við sama heiti. Hetta er fyrsta studioútgávan frá Whitney Houston í 7 ár.

 

Hesa vikuna er hon tó dottin niður á eitt 3. pláss, men tað er tó gott, tí mong væntaðu ikki, at Houston fór at klára seg serliga væl eftir langa steðgin, ið hevur verið merktur av rúsevnismisnýtslu.

 

ì Danmark kom stakfløgan beinleiðis inn sum nummar tvey á listanum.