Heimsstjørnan Whitney Houston er nú jarðað í heimbýnum Westfield í New Jersey.
Hon varð jarðað í dag undir liðini á pápa sínum John Russel Houston, sum doyði fyri sjey árum síðani.
Jarðarferðin í dag var nakað øðrvísi enn minningarhaldi leygardagin. Í dag kom líkvognurin til kirkjugarðin, har løgreglufólk ansaðu eftir. Einans nærmasta familjan hjá Whitney Houston var til staðar.
Leygardagin mintist 1500 gestir Whitney Houston í Westfield, har eitt nú Oprah Winfrey, Mariah Carey og Kevin Costner vóru til staðar.
Minningarhaldið vardi í tríggjar og ein hálvan tíma, har fleiri fólk hildu røðu og sungu fyri Whitney. Kevin Costner helt eina langa, persónliga røðu um songkvinnuna, sum spældi saman við honum í The Bodyguard. At enda varð kistan hjá
Whitney Houston borin úr kirkjuni, meðan sangur hennara I will always love you varð spældur.









