Amerikanska sang- og filmskvinnan Whitney Houston er deyð. Hon var 48 ára gomul.
Tíðindastovan AP skrivar, at Whitney Houston varð funnin deyð á Beverly Hilton-hotellinum í Los Angeles, men einki verður sagt um, hví ella hvussu hon doyði.
Whitney Houson bleiv roknað millum tær fremstu sangkvinnurnar, og mong kenna løgini "I will always love you" og "Saving all my Love for you". Hon var eisini væl umtókt filmskvinna og spældi millum annað í filmunum "The Bodyguard" og "Waiting to Exhale".










