Whitney: Familjan stúrir fyri stuldur

Seinastu tíðindini um Whitney Houston eru, at hon er jarðað í smúkkum fyri 500.000 dollarar, í gull sandalum, og í einari gull kistu. Hetta fær familjuna at stúra fyri stuldri.

 

Whitney Houston varð í farnu viku jarðað í New Jersey, og sjálvt nú er Whitney eitt tað mest umrødda navnið í miðlunum. Áhugin fyri Whitney og hennara jarðarferð hevur verið so stórur, at sjálvt myndir av líkinum hjá Whitney í kistuni er sendar út til allan heimin at síggja.

 

Á hesum myndum gjørdist tað øllum greitt, at Whitney hevur fleiri milliónir við sær í grøvina. Og nú verður stúrt fyri, at tjóvar fara at ræna grøvina hjá songkvinnuni.

 

The Daily Star sigur seg vita frá keldum tætt at familjuni há Whitney, at familjan óttast stórliga fyri, at onkur fer at ræna hennara grøv.

 

Fleiri túsund fjepparar hava vitjað grøvina hjá Whitney seinastu vikuna. Men nú hevur familjan tikið avgerð um, at eingin skal sleppa framat grøvini.

 

Tað er sjálvandi trupult at grava eina grøv upp. Men familjan ivast ikki í, at hetta ikki vil forða tjóvum í at royna.