Fríggjakvøldið 25. juli klokkan 21 verður whiskykvøld í Patio í Lucas Debesargøtu í Havn. Whiskyúrvalið og prísirnir verða serliga góð hetta kvøldið - og tað verður stemningurin eisini. Tað er nýggja felagið EinMalt, sum saman við Patio skipar fyri kvøldinum, og fyrireikarnir vóna, at hitta whiskyfjepparar úr øllum landinum. - Men kom eisini framvið, hóast tú ongantíð hevur roynt gyltu droparnar áður, siga fyrireikararnir, sum halda hetta vera eina fína upptakt til ólavsøkuna og eina góða uppliving fyri nøs og góma. Felagið hevur eisini eina heimasíðu, sum eitur www.whisky.fo