Whisky frá stongdum framleiðarum

Whiskysmakkingin ?Closed Distilleries? hjá áhugafelagsskapinum EinMalt er einahelst mest forkunnuga whiskysmakkingin ið nakrantíð hevur verið í Føroyum Á skránni eru fimm upprunatappingar frá fimm distillaríum, ið øll lótu aftur miðskeiðis í 80-árunum.

Smakkingin verður fríggjakvøldið 2. oktober kl. 20 í Hornahúsunum í Havn. Fyriskipari er, eins og seinast, Ronnie Thomassen frá EinMalt. Afturat serstøku fimm sløgunum frá teimum afturlætnu framleiðarunum, er eisini ein whisky frá 1937. Tað er nevniliga eydnast EinMalt at fáa fatur á einari 72 ára gamlari fløsku av Strathisla.

Smakkiskráin verður annars henda: Glen Mhor 28 ár (Rare Malts Selection), distillerað í 1976, tappað í 2005. Glenury Royal 23 ár (Rare Malts Selection), distillerað í 1971, tappað í 1994. Convalmore 28 ár, distillerað í 1977, tappað í 2005. Brora 25 ár (7?th release), distillerað í 1982, tappað í 2008 og Port Ellen 24 ár (3?th release), distillerað í 1979, avtappað í 2003. Serstaka fløskan av Strathisla verður ekstraordinært til sølu í barrini. Tilmelding og annars fleiri upplýsingar um tiltakið fáast við at senda ein teldupost til finn@whisky.fo.