When we dance to the

KLASSIKARI. Í føroyskari plátusøgu eru tveir klassikarar, metir Birgir Kruse. Teir eru ?Vælferðarvísurnar? hjá Kára P frá 1978 og LP-plátan við Faroe Boys frá 1967.

Nú eru hesir báðir klassikarir tøkir á fløgu frá Tutl

 

Birgir Kruse

Góða, gamla LP-plátan við teim 11 sangunum hjá Faroe Boys er nú tøk á tíðarrættari fløgu. Eini kærkomin nýggjárstíðindi, nú so langt er millum plátuspælararnar og fløguspælari man vera í hvørjum húsi. Serliga stuttligt at hava sangin ?That?s how? við hondina. Ein nógv nýttur felagssangur á mínum arbeiðsplássi.

Upprunaliga kom Faroe Boys-plátan í 1967 í 1500 eintøkum og varð uppseld eftir stuttari tíð. Nú plátufelagið Tutl gevur hana út av nýggjum, eru upptøkurnar nett tær somu.

Men eftirsum upprunabandið - masterbandið - við søguligu upptøkunum fór upp í royk í einum eldsbruna í Danmark, hevur Jónsvein Heinesen útvarpsteknikari funnið eitt gott eintak av klassisku LP-plátuni og soldað alt óljóð frá. Eftir stendur ein rein upptøka, meinlík hinari gomlu.

Einki er at taka seg aftur í, at plátan við Faroe Boys er ein klassikari. Klassikari so at skilja, at hon er ein greið og klár tíðarmynd. Tí einki kann sum plátan ? ella nú fløgan ? fevna um tíðarandan og goyma samtíðina.

Hetta fyribrigdi kallar danski miðlagranskarin Birgitte Tufte ein seismograf. Hon vil verða við, at einki kann sum rokktónleikur lýsa samtíðina og samfelagsligu byltingarnar. Besti seismografur er rokkplátan, metir hon.

Ein annar av donsku granskarum á hesum øki er Birgitte Holm Sørensen, deildarleiðari á Lærda danska námsfrøðiliga stovninum, sum áður nevndist Danmarks Lærerhøjskole. Hon vil verða við at rokktónleikur er týðandi táttur í uppfostranini og tí at skapa egnan samleika ? identitet. Hon hevur granska børn og ung og hvussu tey nýta dagsins tónleik í spølni og í læru, reseptivt, produktivt og interaktivt, sum hon sjálv málber seg.

So nú hava vit eisini granskingarlig, haldbar orð fyri, at tann rokktónleikur vit uppliva í okkara samtíð er bæði borðbarur og týdningarmikil. Men sjálvandi, tað er tað so nógva annað sum eisini er.

Plátufelagið Tutl eigur tøkk uppborna fyri at hava gjørt hesar klassisku upptøkur við Faroe Boys atkomuligar hjá okkum, meiri enn eitt ættarlið eftir at tær vórðu til. Ein virðismikil tíðarmynd, eins og hin klassiska útgávan, sum Tutl fór undir í 1991. Tað var tá ?Vælferðarvísur? hjá Kára P vórðu endurútgivnar á fløgu. Tann upprunaplátan kom í 1978.

So nú kunnu vit fegnast um at tvær tær ovastu pláturnar í rútmiska føroyska tónleikavarðanum eru tøkar á fløgu.

Og meðan dansurin gongur, kunnu vit lesa um Dansifrøi á síðu 18 og 19.