What does it take?

Mánadagin 4. oktober verður spennandi tónleikatiltak í Norðurlandahúsinum undir heitinum »What does it take?«

What does it take?

Vit eiga nógvar evnaríkar tónleikarar! Tilfeingið innan tónleik er stórt og fjølbroytt! Hetta hoyra vit ofta, tá ið prátað verður um tónleik. Men er tað nóg mikið? Hvat meira skal til fyri at gera tónleikin til ein vinnuveg? Hesir spurningar og fleiri aðrir verða viðgjørdir mánadagin 4. oktober, tá ið eitt spennandi tónleikatiltak við heitinum "What does it take" verður í Norðurlandahúsinum. At heitið er á enskum, er ikki av tilvild, tí dagurin fer í høvuðsheitum at snúgva seg um, hvat krevst av avvarðandi myndugleikunum, vinnuni og eisini tónleikarunum sjálvum fyri at menna tónleikaumstøðurnar í Føroyum og møguleikarnar at koma víðari út í heim við føroyskum tónleiki.

Til hetta endamálið koma fyrilestrahaldarar úr Svøríki, sum meira enn nakað annað norðurland hevur megnað at skapa góðar karmar fyri tónleikamenningini og eisini gera tónleik til eina stóra útflutningsvøru. Danmark hevur júst gjørt stórar íløgur innan tónleik og m.a. hetta verður at hoyra meira um frá danska luttakaranum. Stjórin fyri íslendska plátufelagið 12Tónar, sum gav út Krákuna við Eivør Pállsdóttir, kemur eisini at halda fyrilestur. Hartil verða fyrilestrar úr Føroyum, sum í høvuðsheitum snúgva seg um, hvussu ein kann bera seg at við at marknaðarføra sín tónleik í útheiminum. Eftir framløgurnar er eisini tíð sett av til spurningar og tjak soleiðis at høvi er hjá luttakarunum at fáa okkurt meira ítøkiligt at vita frá fyrilestrahaldarunum. Uni Arge verður orðstýrari og kemur at stýra gongdini. Fyrilestrarnir verða í Høllini meðan Dansistovan verður karmur um eina kunningartænastu, har til ber at fáa meira at vita um útbúgvingarmøguleikar innan tónleik frá Altjóða Skrivstovuni. Eisini fer annað áhugavert tilfar at liggja frammi og atgongd verður eisini til alnótina. Seminarið byrjar kl. 10.00 tá ið Vinnumálaráðharrin Bjarni Djurholm bjóðar vælkomin.

Eitt sindur um fyrilestrahaldararnar
Christer Lundblad hevur verið stjóri á Export Music Sweden í 4 ár. Export Music Sweden er ein sølufyritøka við tí endamáli at hjálpa og betra um marknaðarføringina av svenskum tónleiki á altjóða marknaðinum. Christer Lundblad hevur drúgvar royndir innan tónleik, ikki bert innan umsiting men eisini sum tónleikari. Hann hevur eisini havt egnan plátuhandil í Stockholm, og í nógv ár starvaðist hann sum tónleikajournalistur á størsta svenska dagblaðnum, Dagens Nyheter. Harafturat hevur Christer arbeitt fyri fleiri týðandi plátufeløg, m.a. CBS Records, Sonet Grammofon, Warner Music, og hevur verið altjóða stjóri fyri Naxos Jazz og White Cloud.
Gunnar K. Madsen er stjóri á ROSA, Dansk Rock Samråd og hevur eisini fleiri aðrar týðandi postar innan tónleik, m.a. hevur hann leiðsluna av SPOT Festivalen, er nevndarlimur í Music Export Denmark, og formaður fyri spælistaðið VOXHALL í Århus, fyri LMS, sum stendur fyri Levende Musik i Skolen. Hann hevur í nógv ár verið limur í Statens Musikråd og hevur annars royndir sum ?bookari?. Gunnar K. Madsen hevur havt tætt samstarv við Kashmir, Mew, Tina Dickow, Teitur, TV-2, Tim Christensen og nógv onnur. Á hvørjum ári luttekur hann á fleiri tónleikaráðstevnum og messum, m.a. Midem í Frankaríki, Popkomm í Týsklandi, og In the City í Onglandi.
Elin Hentze er lesandi við lærda háskúlan í Keypmannahavn og skrivar í løtuni høvuðsritgerð um PR av tónleiki í samband við útbúgving sína til Cand. Mag. í Miðilsvísindi. Frammanundan er hon útbúgvin marknaðarfrøðingur við Niels Brock í Keypmannahavn og B.A. í films- og miðilsvísindi við hjágrein í mentanarjournalistikki við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Elin Hentze hevur eisini royndir innan tónleikaverðina við tað at hon hevur arbeitt við formidling og PR í Føroyum og Danmark, seinast í samband við tónleikatiltakið Atlantic Music Event í VEGA.
Lárus Jóhannesson er stjóri og eigur plátufelagið 12Tónar, sum uttan iva eina mest er kent her vegna útgávuna av fløguni Krákan við Eivør Pálsdóttir. Lárus stovnaði plátufelagið fyri 7 árum síðani, og hevur heilt frá byrjan havt ein týdningarmiklan leiklut í íslendska tónleikapallinum og gjørdist skjótt eitt vældámt møtistað fyri tónleikara so sum Bjørk, Sigur Rós, múm, gus gus, og fleiri. Krákan var fyrsta fløgan, sum plátufelagið gav út, og nú er rættilig gongd komin á útgávuvirksemið hjá felagnum. 12Tónar skulu eisini geva út komandi solo fløguna hjá Eivør.
Sigrid Dalsgaard er manager hjá Týr, og fer hon at greiða frá, hvussu hon hevur marknaðarført Týr, og hvussu konsertferðirnar eru komnar í lag. Síðani Sigrid byrjaði sum manager hjá Týr í juli 2002, hevur bólkurin nátt væl út um landoddarnar við konsertferðum, ummælum og sølu. Týr hevur verið á konsertferðum í Íslandi, Norra, Danmark, Letlandi, Pólandi, Russlandi, og Týsklandi. Í heyst fara teir at spæla í Finlandi og aftur í Russlandi. Fløgurnar "Eric the Red" og "How far to Asgaard" hava fingið minst 60 ummælir og eru eisini spældar á útvarpsstøðum kring heimin. Við ummælum og konsertferðum hevur verið møguligt at skapa sølu uttan fyri Føroyar, og við tíðini skal hetta gerast vinnuvegurin hjá Týr-manningini. Framløgan á tónleikaseminarinum er ein liður í at vísa øðrum tónleikarum hvussu teir kunnu koma út um Føroyar.
Ben Malén er føddur í Finlandi, men hevur seinastu árini búð í Svøríki. Hansara tónleikaroyndir byrjaðu í Finlandi, har hann spældi trummur í nógvum bólkum og skrivaði sangir og fekk fyrsta plátusáttmálan 19 ára gamal í 1979. Hann hevur útgivið ørgrynnu av fløgum saman við ymiskum bólkum, tey síðstu árini sum sangari. Í 1984 flutti hann til Svøríki og stovnaði bólkin Trance Dance, sum fekk sáttmála við Sony og var ein tann best dámdi poppbólkurin í Svøríki síðst í 80?unum við eini sølu uppá yvir 500.000 plátur og á alheimsins hittlistum. Fyrst í 90?unum avgjørdi Ben Malén at gevast sum tónleikari, og eftir hetta hevur hann starvast innan ymisk útgávufeløg í tøttum samstarvi við Per Gessle frá Roxette. Eitt av høvuðsendamálunum hevur verið at finna nýggj talentir og megnaði hann at fáa sáttmála í lag fyri 24 ung talentir meðan hann starvaðist í felagnum Jimmy Fun Music. Í 1998 stovnaði hann Tom Bone Music, eitt framleiðslu- og útgávufelag, sum fekk ein tíðandi leiklut í útflutninginum av svenskum tónleiki og hevði sáttmála við fleiri av kendastu sangskrivarunum. Síðsta ári í hesum felagnum var ikki veggjapláss nokk til allar tær gull- og platinplátur, sum felagið fekk úr øllum heiminum. Tað seinast árið hevur Ben Malén verið stjóri á kenda útgávufelagnum Air Chrysalis Scandinavia, sum m.a. umboðar kendu svensku sangskrivarnar Anders Bagge, Paul Rein, Millencolin, og hartil eisini altjóða nøvn so sum Blondie, Billy Idol, David Bowie, Tom Waits.

Skrá
09.30-10.00Navnaskeltir til tey, ið eru tilmeldað og hava goldið fyri luttøku verða útvegað í Norðurlandahúsinum

Høllin Karmar, samstarv, og átøk
10.00-10.10 Vinnumálaráðharrin Bjarni Djurholm bjóðar vælkomin
10.10-10.50 Christer Lundblad, Export Music Sweden, www.exms.se
Svenska tónleikavinnan, vinnulig/almen átøk, samstarv, inntøkur.
Hvat er Export Music Sweden.
10.50-11.30 Gunnar Madsen, ROSA (Dansk Rock Samråd) www.rosa.org
Mentunarpolitiska og tónleikavinnuliga støðan í Danmark í løtuni.
Støðan og møguleikar hjá tónleikarunum í dag
11.30-12.00 Spurningar og tjak

12.00-13.00 Steðgur

Dansistovan Kunning til tónleikarar
12.00 - 13.30 Holger Arnbjerg frá ASK, Altjóða Skrivstovuni, www.ask.fo
-svarar spurningum um útbúgvingar innan tónleik, umsóknir, kostnað, stuðulsmøguleikar o.a.
Tilfar fer at liggja frammi um Koda, áhugaverdar tónleikaheimasíður, greinar um tónleikavinnu
Atgongd verður til alnótina
Bøkur: "International Showcase, The Music Business Guide" og "All you need to know about the Music Business"

Høllin Tónleikur sum vinna
13.00-13.30Elin Hentze, lesandi við lærda háskúlan í Keypmannahavn
Marknaðarføring og PR av tónleiki
13.30-14.00 Christer Lundblad, Export Music Sweden, www.exms.se
"The Story behind the Success Story", hvat býr aftanfyri góðu úrslitini í Svøríki?
14.00-14.30 Lárus Jóhannesson, 12 Tónar, Ísland, www.12tonar.is
Lítið plátufelag í stórari menning
Styrkir og veikleikar í íslendsku tónleikavinnuni í dag
14.30-15.00 Spurningar og tjak

15.00-15.30Kaffisteðgur (kaffi er íroknað prísin)

Dansistovan
15.00 - 15.30Holger Arnbjerg, ASK, er aftur at hitta og svarar spurningum

HøllinFrá talent til karrieru
15.30-16.00 Sigrid Dalsgaard, Manager hjá Týr, www.tyr.net
Søgan um Týr, hvussu hava tey borið seg at við at koma hagar, tey eru nú?
Marknaðarføring, konsertferðir, og fløgusøla
16.00-16.45 Ben Malén, Manager, Air Chrysalis Scandinavia, Svøríki, www.air-chrysalis.se
"What does it take", hvat krevst fyri at koma framat uttanlanda? Týdningurin av at hava eitt netverk, og at halda fast við sín originalitet.
16.45-18.00 Spurningar og tjak

18.00-21.00 Buffét (kostnaður 100 kr)

Hesin spennandi dagurin nýtist ikki at enda her. Felagið MenTón skipar nevnliga fyri live-tónleiki á Vertshúsinum frá kl. 21.00 til 24.00.

Kostnaður og tilmelding
Kostnaður fyri sjálvt seminarið er 200,- kr og kaffi seinnapartin er íroknað prísin. Beint eftir seminarið, t.v.s. klokkan 18.00 verður ein buffét í Norðurlandahúsinum, soleiðis at møguleikar eru fyri at halda á fram við tjakinum. Kostnaðurin fyri buféttina er 100,- kr. Borðreitt verður við fjølbroyttum mati, so sum ovndampaðum toskastykkjum, grikskum lambskjøti, heimabakaðum
tertum og breyði o.m.a. Oddvør Skarðhamar stendur fyri matgerðini. Høvi er at keypa drekkivørur í húsinum.

Tilmeldingin fer fram við at skráseta seg á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, www.industry.fo, ella við at ringja til Menningarstovuna á telefon 353100. Tilmeldingin verður endaliga skrásett, tá ið peningur er fluttur á konto 6460 - 441.307.7 í Føroya Banka. Navnaskeltið til tey, ið eru tilmeldað og hava goldið, verður útvegað í Norðurlandahúsinum frá kl. 09.30 til 10.00 sama dag sum seminarið er.

Freistin at melda seg til er hósdagin 30. september.


Stuðlað seminarinum hava Atlantic Airways, Norðurlandahúsið, og Hotel Føroyar.



MYNDATEKSTUR:


Sigrid Dalsgaard, sum er manager hjá Týr, fer at greiða frá, hvussu hon hevur marknaðarført Týr, og hvussu konsertferðirnar eru komnar í lag. Síðani Sigrid byrjaði sum manager hjá Týr í juli 2002, hevur bólkurin nátt væl út um landoddarnar við konsertferðum, ummælum og sølu