TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi í høllini í Skjern, har Føroyar spæla EM-undankappingardyst ímóti Danmark klokkan 15.10.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið hoyrist á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Sjúrður H. Hoydal prátaði við hondbóltsbrøðurnar, Fríða og Tony Weihe úr KÍF. Tórður Hentze, fjeppari kom eisini framat mikrofonini.
Allir tríggir eru bjartskygdir um eitt gott føroyskt avrik ímóti Danmark.