Føroyska ferðaskrivstovan WeTravel er farið á húsagang. Tað upplýsir felagið í einari fráboðan, ið Portalurin hevur fingið hendur á.
Fyritøkan hevur síðan 2015 lagt seg eftir at selja bíligar uttanlandsferðir til føroyingar, men mugu geva skarvin yvir, aftaná at bankin steðgaði virkseminum.
Sambært fólkunum handan felagið fáa viðskiftafólkini hjá teimum einki endurgjald, nú felagið er farið á húsagang, tí felagið er ikki partur av Rejsegarantifonden.
- WeTravel er ikki partur av Rejsegarantifonden, so hetta rakar tíanverri beinleiðis kundan. Tað skuldi sjálvandi verið krav í Føroyum, eins og í Danmark, at øll vóru partur av Rejsegarantifonden, men soleiðis er ikki, skrivar felagið í fráboðanini og leggja aftrat.
- Hetta kemur tíanverri at ávirka ferðina hjá nøkrum ferðandi, og sjálvandi sera harmiligt at tað nú kemur í síðstu løtu. Vit hava arbeitt við øllum møguleikum heilt til síðsta bríksl, soleiðis at hetta skuldi umgangast, men tað hevur tíanverri ikki verið møguligt.
Bæði heimasíðan og Facebook-síðan hjá felagnum er strikað, men í fráboðanini verður upplýst, at um fólk hava spurningar kunnu tey venda sær til felagið við at skriva teldupost til wetravelrefund@hotmail.com.

WeTravel farið á húsagang

