Westward Ho kemur í kvøld

Á skrivstovuni hjá Tórshavnar Havn vistu tey fyrrapartin í gjár at siga, at sluppin, Westward Ho, sum hevur verið í Skotlandi til umvælingar í langa tíð, nú kemur á Havnina í kvøld klokkan 18

Westward Ho

Leingi er tað, ið væl skal vera ? og væl er tað. Lítið man vera at ivast í tí, nú sluppin, Westward Ho, er á veg higar til lands aftur eftir drúgva útlegd í Fraserburgh í Skotlandi, har skipið hevur fingið eina stóra og umfatandi umvæling.

Kemur í kvøld
Á skrivstovuni hjá Tórshavnar Havn vistu tey fyrrapartin í gjár at siga, at Westward Ho umsíðir loysti í Skotlandi mánadagin og verður á Havnini í kvøld klokkan 18.
- Hetta er tað, sum vit hava fingið at vita frá manningini á sluppini, siga tey á havnaskrivstovuni.
Tá ið vit fregnaðust, hvar skipið leggur at, var hetta ikki greitt í gjár, men hetta vita tey á havnaskrivstovuni í morgin.
Sum skilst, eru fleiri fólk við sluppini á veg heim úr Skotlandi, og nógv hevur verið at tikist við seinastu dagarnar, meðan seinastu snøklarnir eru loystir úr lagdi.
Á heimasíðuni hjá Westward Ho verður sagt, at Egil Simonsen er skipari á hesi leingi væntaðu heimferðini.

Burtur í trý ár
Seinastu trý árini hevur Westward Ho verið burturi, men nú kemur hon so aftur til landið. Sluppin er høvuðsumvæld, og arbeiðið hevur verið bæði nógv og drúgt.
Ein av orsøkunum til, at arbeiðið hevur tikið so langa tíð, er fíggingin av umvælingini.
Sum skilst, hevur skipasmiðjan í Fraserburgh verið serstakliga lagalig og við at leggja arbeiðið við sluppuni soleiðis til rættis, at hetta er gjørt, meðan minni hevur verið at gjørt á skipasmiðjuni annars, hevur prísurin eisini verið rímuligur.
Tá ið Westward Ho varð sleipað úr Føroyum og niður til Skotlands, var hon í sera vánaligum standi, men nú hon stevnir higar til lands aftur, er hon sum eitt nýtt skip.