Westlife eru lendir

Fyri løtu síðani lendi privatflogfarið hjá teimum fýra stjørnunum í Westlife vesturi í Vágum. Øll manningin hjá bólkinum kom í gjár, men teir fýra høvuðsmenninir kundu ikki koma fyrr enn í dag.

 

Tað er sjálvsagt ein vansi í Føroyum, at stjørnurnar, sum skulu spæla, koma sama dag, sum konsertin er.

 

Summarfestivalurin hevur brent seg av tí fyrr, tí mjørki legðist, so tónleikanøvnini ikki fingu lent.

 

Men í ár er altso einki at óttast longur, nú høvuðsnavnið er lent í Vágunum.

 

Sum skilst, so steðga teir til í morgin.