Westerbeek, Nólsoyar Páll og Jesus

Hvat hava hálendska handilsskipið Westerbeek, sum sakk uttan fyri Lopranseiði í 1742, Nólsoyar Páll, sum var føddur fyri nærum 250 árum síðani og Jesus, sum vit øll kenna, í felag?

 

Teir prýða allir frímerki, sum Posta fer at geva út komandi ár. 29 nýggj frímerki vera givin út komandi ár.

 

Í februar koma tvey frímerki av Westerbeek, sum sakk út fyri Lopranseiði í 1742. Samstundis koma trý frímerki við gomlum brandbilum eisini út. Tað eru myndir av fyrstu brandpumpuni og brandbilunum sum komu til Føroya. 

 

Á apríl eru 250 ár liðin, síðani Nólsoyar Páll var borin í heim, og Posta hátíðarheldur dagin við at geva eitt frímerki út av tjóðarhetjuni. Í mai verður sjóneykan sett á grøna orku í Evropa, men í septembur eru vit á heimligum leiðum aftur. Tá verður toskaskræðan og føroysk klæði at síggja á frímerkjunum. Eisini vera 10 av træskurðunum hjá Edwardi Fuglø av Jesusi at fáa sum frímerki.