West Navion roynir eydnuna í grannalagnum

Føroyskt útgerðarskip fylgir við

 

.Oljuleiting




(Forsinkað grein á netinum) Leygardagin var riggað endaliga av í Svínoyarbrunninum og West Navion setti kósin móti Assyntøøkinum at bora ein ný,ggjan brunn fyri BP og Shell. Assyntbrunnurin, sum ligur beint hinumegin markið í bretskum øki, liggur umleið 2 tíma siglingartíð frá Svínoyarbrunninum. Við umborð eru tann útgerðir, sum skal brúkast í byrjanini av hesi boringini, ið er mett at taka eina tveir mánaðir. Útgerðin kom til Ru,navíkar herfyri og varð skipað umborð á West Navion, meðan hann arbeiddi á føroyska landgrunninum. Í løtuni eru samráðingar millum BP og myndugleikarnir í Runavík um antin boriskipið skal fáa sínar tænastur úr Skotlandi ella úr Føroyum. Tað er eingin loyna, at BP fyrr hevur víst á, at að vil fegið b rúka eina føroyska útgerðarhavn er hon kappingafør heldur enn at b rúka skotskar havnir, nú brunnurin liggur so tætt upp at markinum.


Men tað er óvist hvussu verður við hesum, tí ymisk gjøld her eru dýrari enn í skotskum havnum skilur blaðið. Í løtuni tingast umboð fyri Ruanvíkar havn og BP um málið. Annars er tann ein sannroynd, at føroyskar vørur og tænastur longu hava prógvað, at tær eru kappingarførar. Við West Navion inn á bretskt øki at bora er nevniliga Faroe Connetcor hjá Tor Esvagt í Hósvík. BP hevur gjørt sáttmála við føroyska reiðaríið at liggja hjá boriskipinum næstu mánaðirnar eisini.


Sosialurin skilur, at henda fyrsta føroyska royndin at gera út skip við føroyskari manning og við herimstaði í Føroyum til at veita tænastur til oljuboriskip hevur eydnast sera væl. BP hevur rættiliga stórar vónir til brunnin, sum nú verður boraður skamt frá markinum. Verður fund gjørt kann tá fáa týdning fyri komandi virksemi á føroyska økinum eisini.