West Hercules liðugt umvældur

Stóri oljupallurin West Hercules er nú farin av aftur Skálafjørðinum, har hann er blivin umvældur í seks vikur.

Stóri oljupallurin West Hercules er nú farin av aftur Skálafjørðinum, har hann er blivin umvældur í seks vikur.

 

Í vídd er hann størri enn ein fótbóltsvøllur, so ikki kann sigast annað, enn at West Hercules hevur verið sera sjónskur á fjørðinum.

 

West Hercules fer nú vestur um hav til Kanada, har pallurin í hálvtannað ár skal bora í Ný Foundlandi fyri Statoil.

 

Og líkasum tá West Hercules kom inn á fjørðin, var Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari í Runavík, á brúnni sum loðsur, nú pallurin fór avstað aftur.

 

Við á ferðini eru fleiri handverkarar frá PAM Offshore Service, sum skulu arbeiða umborð hesa vikuna, pallurin hevur um at sigla til Ný Foundlands.

 

At tað eydnaðist at fáa boripallin til Føroya, var um vikuskiftið kosið sum ársins átak á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum.

 

Har vóru tað  MEST og Pam Offshore Service sum høvuðsveitarar, ið fingu heiðurin fyri átakið, ið hevur havt við sær tíggjutals milliónir krónur í føroyskum umsetningi.