West Hercules á veg á Runavík

Stóri boripallurin “West Hercules”, sum er á veg inn á Skálafjørðin, er nú fimm fjórðingar úr Eystnesi, so hann annaðhvørt í kvøld ella tíðliga í morginári er komin inn á fjørðin og lagdur fyri íla út fyri Runavíkar havn.

Í hesum sambandi heitir Runavíkar Havn á skip og bátar, sum eru í økinum, tá boripallurin fer ímillum oyggjar og um firðir, at taka atlit til støddina og manøvru-møguleikarnar hjá “West Hercules” ta løtuna, sum hann brúkar um at sigla av Eystnesi inn á Skálafjørðin.

Ætlandi verður “West Hercules” liggjandi á fjørðinum í nakrar vikur, tí nógv umvælingararbeiði skal gerast, og hesa tíðina verður nógvur flutningur millum land og boripallin.

– Serliga fyrstu tíðina, tá nógv kavaraarbeiði skal gerast, verður ógvuliga umráðandi, at óviðkomandi bátar halda seg burtur frá virkisøkinum kring um boripallin, sigur havnarmeistarin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen.

Sjálvur er Tórbjørn Jacobsen umborð á “West Hercules”, tí hann skal loðsa boripallin trygd um Saltnesgrynnuna og inn á Skálafjørðin.