West Hercules kemur á Skálafjørðin mikudagin, veit oljan.fo at siga.
Seinastu tíðina hevur West Hercules bora fyri Statoil á Føroya-liðini, og er nú ávegis til New Foundlands. Leiðin liggur tó fyrst inn á Skálafjørðin, har MEST skal standa fyri umvælingararbeiðinum.
Arbeiðið umborð á boripallinum kann vera fyrsta arbeiðið av mongum. Fleiri boripallar verða umvældir og upphøgdir á skotskum firðum, men vísir tað seg, at hetta eisini kann gerast í Føroyum, so verður hetta ein møguleiki fyri føroyskar fyritøkur.
Tað verður havnastjórin í Kongshavnar havn, Torbjørn Jacobsen, sum fer at loðsa West Hercules inn á Skálafjørðin. Hann fer fyrrapartin í morgin við tyrlu umborð á West Hercules, sum er staddur eina 90 fjóðringar úr Eystnesi í løtuni.