West Ham víðari eftir brotssparkskapping

Brotssparkskapping avgjørdi dystin millum West Ham og Everton í FA Cup í kvøld

Seinna uppgerðin í FA Cup millum West Ham og Everton varð í kvøld leikt á heimavøllinum hjá West Ham, Boleyn Ground.

 

Úrslitið av dystinum gjørdist, at West Ham spældi seg víðari í kappingini eftir brotssparkskapping. Vanliga leiktíðin endaði við 1-1, meðan longda leiktíðin endaði við 2-2 javnleiki. Tískil noyddust liðini at skjóta brotssparkskapping, sum heimaliðið West Ham at enda vann.

 

Tað var eisini West Ham, ið byrjaði dystin betur, tí eftir 51 minuttir legði suðuramerikanski Enner Valencia heimaliðið á odda 1-0. 5 minuttir seinni tóktist sigurin at vera heima hjá West Ham, tí tá var Everton leikarin, Aiden McGeady rikin av vølli, eftir at hann fekk sítt næsta gula kort.

 

Hóast Everton var aftanfyri við einum málið, og vóru ein maður í undirtalið, eydnaðist tað allíkavæl Everton at venda dystinum. Kevin Mirallas javnaði tá 8 minuttir vóru eftir av leiktíðini, og 7 minuttir inni í longdu leiktíðini var sami Kevin Mirallas aftur uppá spæl. Tá legði hann upp til landsmannin hjá sær Romelu Lukaku, sum fekk lagt Everton á odda 2-1, eftir frálíkt einmansavrik frá Mirallas.

 

Men 22 minuttir í longdu leiktíðini fekk heimaliðið West Ham javna, og tískil noyddust liðini út í brotssparkskapping, sum endaði við at West Ham vann.

 

Tríggir aðrir dystir vóru eisini leiktir í kvøld. Úrslitini frá øllum dystunum í kvøld vóru hesi:

 

Bristol City – Doncaster Rovers 2-0

Chesterfield – Scunthorpe United 2-0

West Ham – Everton 2-2 (West Ham víðari eftir brotssparkskapping)

Wolverhampton – Fulham 3-3 (Fulham víðari eftir brotssparkskapping)